Amariel Norðoy, Eyðun av Reyni og Kári Svensson hava komandi dagarnar felags framsýning í Galerie Focus í Havn. Teir tríggir høvdu atelier á hvør sínari hædd í gomlu Bommfabrikkini hjá Restorff mitt í høvuðsstaðnum. Tað var frá 1992 til 2004. Nú eru tað sostatt 10 ár síðani teir høvdu atelier har, og hesi árini hava teir fleiri ferð tosa um eina felags framsýning í Føroyum
Amariel, Eyðun & Kári
Galerie Focus í Havn
21/2-6/3