? Onga viðmerking. Eg havi als onga viðmerking. Vit hava ikki viðgjørt brævið frá Tjóðveldisflokkinum enn. Tit fáa nærri at vita, tá ið eg eri komin til eina niðurstøðu, segði Anfinn Kallsberg beint fyri døgurða mikudagin.
Talan er um trinnar møguleikar, sum Tjóðveldisflokkurin hevur givið løgmanni. Og eingin er mjúkur. Løgmaður má antin reinsa seg fyri tær skuldsetingar, sum verða settar fram í bókini »Skjót journalistin«. Ella má Anfinn Kallsberg opið ásanna, at hann misbrúkti sítt embæti á ólavsøku í fjør fyri at verja sítt egna umdømi. Hetta skal hann biðja um treytaleysa umbering fyri.
Triðji møguleikin, sum Tjóðveldisflokkurin nevnir, er, at Fólkaflokkurin umskipar landsstýrið fyri at endurskapa álitið á løgmansembætið. Og tað merkir í roynd og veru, at løgmaður fer frá og annar kemur í staðin.
Í saksinum
Ivasamt er, hvat løgmaður kann gera og samstundis varðveita tignina.
Hann kann illa reinsa seg. Rættarliga ber tað bara til við einum máli um ærumeiðing. Grein 271 í revsilógini førir fram, at tú ikki mást føra prógv fram í einum máli, har ein maður longu er dømdur ella fríkendur í rættinum. Men neyvan ætlar løgmaður sær út í eitt rættarmál.
Næsti møguleikin er kanska tann mest sannlíki. Við einari bleytari umbering sleppur løgmaður eina ferð med alla av við hetta málið, sum hevur fylgt honum leingi. Tí góðtekur løgtingið umberingina, er málið endaliga jarðað. Hinvegin viðgongur Anfinn Kallsberg við eini umbering, at hann hevur misbrúkt løgmansembætið, og tað er ikki gott fyri umdømið hjá løgmanni.
Triðji møguleikin merkir, at ein nýggur maður skal setast í hansara stað. Tað gongur løgmaður neyvan við til sjálvur, og spurningurin er eisini, hvør tað kann vera.
Altso hevur Tjóðveldisflokkurin sett løgmann og Fólkaflokkin í eina knípu, sum tað kann vera trupult at koma burturúr.
Handil ganga aftur
Sostatt er tað helst bara annar møguleikin, sum er sannlíkur, um samstarvið millum Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin skal halda fram. Ein umbering. Tórbjørn Jacobsen, sum mátti taka skuldsetingar aftur á ólavsøku í fjør, skal fáa uppreisn.
? Løgmaður kravdi, eg skuldi taka nøkur orð aftur. Privatpersónurin Anfinn Kallsberg misnýtti løgmansembæti at trýsta ein tingmann at reinsa seg sjálvan. Nú er tað, sum eg segði, skjalprógvað. Løgmaður misbrúkti sítt embæti til sín fyrimun, og tí má hann koma við einari treytaleysari umbering fyri at rætta álitið á løgmann uppaftur, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Spurdur, um Tjóðveldisflokkurin kann liva við einum løgmanni, sum viðgongur, at hann hevur misbrúkt sítt embæti, svarar Tórbjørn Jacobsen:
? Kemur løgmaður við einari treytaleysari umbering, má handilin ganga aftur. Tað er ikki okkara uppgáva at vaska upp og niður í einum øðrum flokki, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Farin fortíð
Í brævinum til løgmann sigur Tjóðveldisflokkurin, at tað, sum hendi á Frostvirkinum í Norðdepli er farið.
»Tað er ikki okkara lutur at gera nakað við fortíðina hja privatpersóninum Anfinn Kallsberg,« stendur í brævinum. Sagt verður víðari, at Fólkaflokkurin kortini fleiri ferðir hevur drigið Tjóðveldsiflokkin og samgonguna upp í spurningin um fortíðina hjá Anfinni Kallsberg og gjørt hetta bæði til samgongumál og eitt mál um tignina hjá løgmansembætinum. Tað gjørdi løgmaður í fjør og aftur í farnu viku, sigur Tjóðveldisflokkurin í brævinum.
Víst verður á tað, sum hendi á ólavsøku í fjør, tá ið Tórbjørn Jacobsen noyddist at eta orðini í seg aftur, hann hevði sagt um fortíðina hjá løgmanni. Verða skuldsetingarnar í bókini »Skjót journalistin« ikki tiknar aftur, er greitt, at løgmaður misnýtti sítt løgmansembæti í fjør, verður sagt í brævinum til løgmann.
Eftir øllum at døma kann Tjóðveldisflokkurin liva við eini umbering fyri tað, men spurningurin er, um Anfinn Kallsberg kann liva við eini staðfesting av, at hann misbrúkti sítt embæti framman fyri øllum Føroya fólki.
Tá ið blaðið fór til prentingar var púra óvist, hvat fór at henda. Fólkaflokkurin sat á fundi, har støðan og brævið frá Tjóðveldisflokkinum varð viðgjørt.