Tríggir málverjar úttiknir

Landsliðsvenjarin hevur givið Jákupi Mikkelsen longri freist at koma fyri seg í

LANDSLIÐIÐ

Eingin ivi er um, at Henrik Larsen ógvuliga fegin vil hava Jákup Mikkelsen við á landsliðsferðina til Kypros og Írlands. Trupulleikin er, at Jákup Mikkelsen er vøddaskaddur í lærinum. Jákup vandi eitt sindur við KÍ týskvøldið, men hann er ikki komin fyri seg aftur, og tað er framvegis opin spurningur, um hann fer at spæla við KÍ móti ÍF leygardagin.
Í fyrstu atløgu gjørdi venjarin av at bíða við úttøkuni av einum málverja afturat Jens Martin Knudsen. Nú hevur venjarin umframt Jákupi Mikkelsen eisini givið Bárði Johannesen, málverjanum hjá HB, boð til landsliðsferðina. Í hesum liggur, at Jákup fær nakrar dagar eyka at koma fyri seg í, áðrenn slagið fer at standa á Kypros leygardagin í næstu viku.