Tríggir mans heiðraðir fyri at hjálpa fólki í neyð

 

Í gjárkvøldið hevði Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag 40 ára hátíðarveitslu og í tí sambandi nýttu tey høvið til at útnevna tríggjar heiðurslimir í felagnum. 

 

Hetta er fyrstu ferð, tey útnevna heiðurslimir, og teir tríggir, sum vórðu heiðraður í gjárkvøldið, vóru tríggir mans, sum allir hava havt ein serligan týdning fyri felagið.

 

Fyrsti heiðurslimurin hevur verið við í Bjargingarfelagnum heilt síðani tað varð stovnað fyri 40 árum síðani. Hann hevur verið bæði formaður og kassameistari, men hesi seinastu árini hevur hann verið grannskoðari hjá felagnum, og tað er Bergur Stórhamar í Trongisvági.

 

Annar heiðurslimurin hevur verið í felagnum í 35 ár, og varð grannskoðari í felagnum til í 2014, og tað er Óla Jákup Olsen, sum eisini býr í Trongisvági.

 

 

 

Triði maðurin, sum varð útnevndur til heiðurslim í gjárkvøldið, er Signar Olsen í Hvalba. Hann hevur verið í bjargingarfelagnum í 15 ár, frá í 2004, tá ið hann varð formaður. Tað varð sagt um hann, at tað var hann, sum rættiliga fekk gongd á felagið aftur, eftir at tað hevði verið heldur deydligt. Í 2010 vildi hann sleppa frá sum formaður, men hevur kortini verið virkin í felagnum síðani.

 

Heiðurslimirnir fingu skreytblað og eina klokku úr føroyskum gróti, sum er gjørd á grótvirkinum í Skopun

 

Signar Olsen segði, at tað kom rættiliga knappliga á, at hann varð formaður, men tað var heitt á hann um at taka við sum formaður, og hann tók av. Hann segði, at hann hevði altíð havt stóra virðing fyri bjargingarmonnunum, serliga fyrr, tí tá høvdu teir at kalla eingi amboð at arbeiða við, hvørki bátar, ella nakað annað, men kortini løgdu teir til brots at hjálpa við tí, sum var við hondina.

 

Bjargingarfólkini arbeiða sjálvboðin, og teir fáa onga løn. Einasta samsýning, bjargingarmenninir í Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag hava fingið, hevur verið ein enskur búffur og eitt glas av víni á aðalfundinum hjá felagnum, segði hann.

 

– Bjargingarfólk hava okkurt í sær, at tey vilja hjálpa, har tað trongir til, segði hann. Og hann duldi heldur ikki fyri, at hann var ógvuliga glaður fyri at verða útnevndur til heiðurslim í felagnum, hann hevði gingið upp í við lív og sál, sum hann tók til.

 

Niðanfyri eru fleiri myndir frá veitsluni í gjárkvøldið