Tríggir minuttir í Klaksvík

Dysturin millum KÍ og Skála, sum eftir skuldi spælast sunnudagin, varð avblástur eftir bert trimum minuttum. Lágættin bar við sær, at kringstøðurnar um Djúpimýru nærum vóru orkan-líkar, og tí avgjørdi dómarin eftir lítlari løtu at blása dystin av.
Hóast teir soleiðis ikki fingu víst síni kynstur soleiðis rættiliga, so kunnu klaksvíkingarnir fegnast um, at vikuskiftið kortini flutti teir upp á oddasessin í landskappingini. Her var ÍF statt undan sunnudagin, men tá teir taptu, fingu teir samstundis verri málmun enn KÍ, sum altso gjørdist nýtt oddalið uttan at spæla.
FSF tók mánadagin avgerð um, at dysturin ístaðin verður leiktur týskvøldið.