Jólafilmar hoyra til jólini, og filmar sum Home Alone, Polar Express og Die Hard eru eftir hondini vorðnir jólaklassikarar. Men um tú hevur sæð allar teir góðu filmarnar og vilt síggja ein nýggjan jólafilm, so hava vit her valt tríggjar snýggjar filmar út frá 2018, sum tú kanst umhugsa.
The Nutcracker and the Four Realms
Ein nýggjur Disney klassikari?
Tann unga Clara endar í einum gandakendum heimi, sum er deildur upp í fýra ríkir. Her møtir hon einum hermanni og nøkrum músum, og saman fara tey á eina serliga ferð fyri at leita eftir einum dýrabarum skatti.
Í høvuðsleiklutinum síggja vit Mackenzie Fo, og eisini eru Morgan Freeman og Keira Knightley við í filminum, sum Disney gav út fyrst í november í ár.
The Grinch
Grinchurin ger comeback í teknifilmi
Søgan um Grinchin, som vildi stjala jólini, kann eftir hondini teljast millum mest elskaðu jólasøgurnar nakrantíð. Filmurin kom út í ár 2000 við Jim Carrey í høvuðsleiklutinum sum tað súra og allíkavæl humoristiska grøna trøllið. Jólastemningur er ikki akkurát tað, sum setur dám á Grinchin, men hann setur í øllum førum sín heilt serstaka dám á jólini í heimbýnum.
Um tú hevur sæð klassikaran ov ofta, so eru góð tíðindi til tín. Grinchurin hevur nevniliga gjørt eitt comeback í spildurnýggjum teknifilmi, har hann saman við hundi sínum, Max, aftur hevur sum mál at oyðileggja jólini í býnum, Whoville. Hetta er ein nýggj alternativ útgáva av filminum frá 2000.
The Christmas Chronicles
Nýggjur filmur um jólamannin
Nýggi amerikanski filmurin The Christmas Chronicles er eitt gott boð uppá ein hugnaligan jólafilm, sum snýr seg um jólamannin. Jólamaðurin verður jagstraður av einum mystiskum sysktinapari og endar í nøkrum ógvuliga skemtiligum støðum í nýmótans heiminum við selfies og øðrum.
The Christmas Chronicles kemur frá sama framleiðara, sum framleiddi Home Alone. Kurt Russel hevur høvuðsleiklutin, og filmurin varð tøkur á Netflix 22. november í ár.