Tríggir nýggir leikarar í hópinum

Nógvir leikarar hava givið avboð til dystin móti Estlandi. Týsdagin var tað Súni Olsen, og í dag hava tríggir leikarar afturat boðað frá, at teir ikki kunnu koma við. Atli Danielsen, Høgni Zachariasen og Vagnur M. Mortensen hava av ymiskum orsøkum allir verið noyddir at geva avboð.

 

Brian Kerr, landsliðsvenjari, hevur úttikið Hendrik Rubeksen (HB), Justinus R. Hansen (NSÍ) og Karl Løkin (ÍF) ístaðin. Ongin teirra hevur roynt seg á føroyska A-landsliðnum áður.

 

(www.fsf.fo)