Tríggir nýútbúnir kommunulæknar

Signhild Petersen, Renate Weber Ehlers og Joan Smidt Skibenæs eru júst vorðnar lidnar við útbúgving teirra.

Signhild Petersen, Renate Weber Ehlers og Joan Smidt Skibenæs eru júst vorðnar lidnar við útbúgving teirra sum serlæknar í almennum medisini – vanliga nevnt kommunulækni.

 

Tær hava tikið 4 ½ ára serlæknaútbúgvingina á Landssjúkrahúsinum og hjá kommunulæknaskipanini, har tær hava verið í ymiskum læknaviðtalum runt í landinum, ávikavist á Sandi hjá Dánjal Petur Højgaard, í Miðvági hjá Marjus Dam, í Kollafirði hjá Djóna Joensen, í Tórshavn hjá Turid Petersen, Sten Larsen og Katrin Rubek Nielsen.

 

Tær hava allar fingið okkurt styttri vikariat úti hjá kommunulækna.

 

Í Føroyum er útbúgving av serlæknum í almennum medisini skipað í samstarvi millum Landssjúkrahúsið, Kommunulæknaskipanina og Videreuddannelsesregion Øst í Danmark.

 

Útbúgvingartíðarskeiðið fevnir um ymiskar kliniskar starvstíðir á Landssjúkrahúsinum og í kommunulæknaviðtalu, umframt eina røð av skeiðum v.m. í Danmark og í Føroyum. Í løtuni eru 11 læknar undir útbúgving til kommunulækna. Væntandi verða 2 læknar afturat liðugt útbúnir 31. august í ár.

 

Landssjúkrahúsið fegnast um verða við til at útbúgva nýggjar kommunlæknar, og hevði í hesum sambandi bjóðað kommunulæknunum til eina hátíðarløtu.

 

Á myndini síggjast frá vinstru, Signhild Petersen, Renate Weber Ehlers, Johan Jansson, varastjóri á LS og Joan Smidt Skibenæs.