Um VÍF-kvinnurnar verða flúgvandi í steypafinaluni í dag er ilt at siga, áðrenn dysturin er byrjaður, men í øllum førum hava tríggjar av teimum verið á flogi fyri at koma heim til finaluna.
Randi Kúrberg kemur heim úr feriu, meðan Óluva Poulsen og Laila Friis, sum báðar eru farnar til Danmarkar í útbúgvingarørindum, eisini eru komnar heim við flogfari til dystin í dag.
Andrea Nielsen, sum er systir teir helst meira kendu Inga og Áka Olsen, er næstelst á VÍF-liðnum, og hon sigur, at spenningurin er stórur undan dystinum í dag.
? Serliga tær ungu hava nervar, men ein skal jú helst hava eitt sindur av nervum áðrenn ein dyst, sigur hon.
VÍF flutti niður í 2. deild næstseinasta kappingarár, men vann sær uppflyting longu árið eftir og er tí aftur í 1. deild, har liðið hevur staðið seg betur enn uppflytarar annars sum oftast gera.
? Tað er stórur munur á at spæla í 1. og 2. deild, og vit høvdu ongantíð væntað at verið nummar eitt ? í øllum førum ikki fyrr enn næsta ár, sigur Andrea, sum heldur, at liðini í dag hava eins góðar møguleikar fyri at vinna.
? Dystirnir í ár hava verið javnir ? ikki bert millum okkum og StÍF, men sum heild, tó við onkrum undantøkum. Vit eru væl fyri, haldi eg, og allar eru klárar, sigur hon.
Nicolina Joensen keikti fótin undir venjing hóskvøldið, men spælir, og Ioana Rapa, sum hevur verið smáskadd stóran part av árinum, spælir eisini, eins og hon hevur gjørt allatíðina.
Tað hevur ikki gingið heilt eftir vild hjá VÍF í landskappingini í seinastuni, og frá at vera bert eitt stig frá oddasessinum er liðið nú dottið niður á miðjuna á stigatalvuni. Men uppflytararnir úr Vestmanna eru so komnir í steypafinaluna, og tað má metast sum ein stór framgongd fyri VÍF, har kvinnuhondbólturin helst meir enn aðrastaðni hevur havt trupult við at liva upp til traditiónirnar hjá monnunum.