Tríggir teir fyrstu fáa steyp til ognar

Sunnudagin klokkan 17 verður kappsigling á Skálafjørðinum í samband við, at eystanstevna er hetta vikuskiftið.

Sunnudagin klokkan 17 verður kappsigling á Skálafjørðinum í samband við, at eystanstevna er hetta vikuskiftið. Kappsiglingin verður millum 4 og 5 mannafør við seglum.

 

Herbert Olsen, formaður í Bátafelagnum á Bakka, sigur, at siglt verður frá gomlu ferjuleguni á Toftagjógv og inn í innsiglingina til Bátahylin á Bakka á Glyvrum, og møtt verður á startmálinum.

 

- Seglið skal ikki verða størri enn 6,5 fermetrar, og loyvt er ikki at brúka leysastýri, seglrigging uttanstokka ella árar undir sjálvari kappsiglingini.

 

Formaðurin í Bátafelagnum á Bakka vísir á, at sambært galdandi lógum verður heitt á luttakararnar um at vera í bjargingarvesti ella líknandi undir siglingini.

 

- Eftir siglingina verða seglini hjá trimum teimum fremstu bátunum uppmáld, og tríggir teir fyrstu bátarnir fáa steyp til ognar. Steypini verða latin av P/f Polarhav.

 

Steypahandanin fer fram í hølunum hjá Bátafelagnum á Bakka, og felagið bjóðar síðan luttakarunum kaffi, te og pannukøkur. Lutaseðlar verða eiisni seldir, og her eru góðir vinningar.

 

- Tey, sum hava hug at luttaka í kappsiglingini og vilja hava meira at vita um sigling, útgerð og annað kunnu venda sær til mín á tlf. 218788, sigur Herbert Olsen, formaður í Bátafelagnum á Bakka.