Løgreglan í Klaksvík tók um vikuskiftið tveir bilførarar fyri at koyra rúsdrekkakoyring.
Annar varð tikin fríggjakvøldið. Hann var tikin í eini vanligari ferðslukanning.
Hin var tikin leygarkvøldið. Hann var farin í bilinum, men tað var heldur torført at halda bilin á vegnum í tí støðu hann var og tí rendi hann í ein garð á Selheygsgøtu í Klaksvík.
Løgreglan kom á staðið og tá teir fingu illgruna um at maðurin koyrdi við kenning var blóðroynd tikin av honum.
Stevna var í Sandavági leygardagin, men hóast tað so gekk alt friðarliga fyri seg. Ein maður var sovnaður mitt á vegnum, men løgreglumenninir, sum komu á staðið fingu hann aftur á beinini.
Leygarkvøldið var ein bilførari tikin fyri at koyra við kenning í Vágum, men afturat tí hendi einki annað.