Tríggir tilburðir í gjár

22 fólk smittað í løtuni

Tríggir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. 

Tveir persónar eru partur av smittuketu, sum Landslæknin fylgir. Ein persónur er komin til Føroya úr útlondum, og fekk staðfest smittuna við kanningini á flogvøllinum. 

Í gjár vórðu 670 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 176.383 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 528 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 506 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 22 persónar smittaðir í løtuni.

Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.