Trygdarhóttanir ímóti flogførum úr Egyptalandi fingu flogfeløg at seta vápnaðir trygdarvørðar, sigur serfrøðingur.
Tað kann tykjast ørkymlandi, at flogfeløg hava trygdarvørðar umborð á ferðafólkaflogførum. Men tað nýtist ikki at merkja, at beinleiðis hóttanir eru.
Ferðafólkaflogfarið úr Egyptalandi, sum hvarv yvir Miðalhavinum í nátt, hevði sambært flogfeløganum tríggar trygdarvørðar umborð.
Men hesin formurin fyri trygd sæst ikki bara umborð á egyptiskum flogførum. Tað heldur Hans Christian Stigaard, flogserfrøðingur og fyrrverandi flogstjóri í Kastrupu Lufthan, sum Ritzau tíðindastovan hevur tosað við.
– Tað er kent, at bæði egyptisk og serliga ísraelsk flogfeløg flúgva við trygdarvørðum umborð. Amerikonsk feløg hava eisini nýtt trygdarvørðar.
– Tað eru flogfeløg úr londum, sum líða undir yvirgangsálopum, sum flúgva við trygdarvørðum, sigur Hans Christian Stigaard.
66 fólk vóru umborð á egyptiska flogfelagnum MS804.
Flogfarið hvarv úr París til Kairo. Tað hvarv av radaranum klokkan 02:45 danska tíð, tá tað var yvir Miðalhavinum.
Flogfelagið var tá í 11 kilometra hædd og var 16 kilometrar inni í egyptiskum loftrúmi.