Tríggir veturgamlir vigaðu 333 pund

- Eg eri sera væl nøgdur, sigur Súni í Hjøllum á Toftum.

Tað er einki óvanligt í, at Súni í Hjøllum á Toftum hevur bæði stórar og góðar veðrar. Tað hevur hann havt í fleiri ár, og soleiðis var eisini, tá hann í vikuni fletti tríggjar veturgamlar veðrar og fýra lomb, sum hvørt var betri enn annað.

 

- Eg eri sera væl nøgdur, sigur hann á sínari Facebook-síðu um dagarnar.

 

Súni í Hjøllum vísir á, at hin størsti veturgamli veðrurin vigaði 115 pund, og tað er veðrurin, sum er á viðheftu mynd. Hinir báðir veturgomlu vigaðu heili 109 pund hvør, sum eisini má sigast at vera óføra góð vekt.

 

Men, tað vóru ikki bara veðrarnir hjá Súna í Hjøllum, sum royndust henda dagin. Tey fýra lombini, sum vórðu flett, vóru eisini óføra góð, og her var vektin ávikavist 48, 49, 49 og 53 pund. So, Súni í Hjøllum kann væl ikki annað enn vera sera væl nøgdur við slaktið henda dagin.

 

Á Facebook-tráðnum, tá toftamaðurin legði út viðheftu mynd, skrivar beiggi hansara, Óli í Hjøllum, sum býr í Suðuroy, at veðrurin á myndini líkist ommu síni við sama liti. Ein annar, sum viðmerkir á tráðnum, heldur fyri, at Súni í Hjøllum eigur at koma út á Nes at hava skeið, tí har kundi vektin verið væl betri.

 

Og so er tað Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, sum spyr skyldmannin, sum eisini hevur fingist við bygdaráðspolitikk í mong ár, um góðu veðrarnir einki putursukur hava fingið – og sjálvandi verður spurningurin settur við einum brosi.