Tríggjar familjur eina viku í Múla

Í MÚLA: 13 fólk úr Sumba, Havn og úr Klaksvík skulu í eina vika royna, hvussu tað er at búleikast í Múla á Borðoynni. Tiltakið er liður í útvarpssendingum í vetur, sum Studio Pegasus skipar fyri

 

Mánadagin komu tríggjar familjur til Múla, har tær skulu búleikast í eina viku. Tilsamans eru 13 fólk í hesum familjum, harav seks teirra eru børn.

Tað er Studio Pegasus í Klaksvík, sum hevur tikið stig til at fáa fólk aftur í bygdina. Uppihaldið í bygdini verður partur av nýggjari og øðrvísi útvarpsrøð, sum verður send í Útvarpi Føroya í vetur.

Familjurnar koma úr Sumba, Havn og Klaksvík. Úr Sumba eru tað Kári og Herdis Debess. Úr Havn eru tað Oyvindur av Skarði og Hildur Eyðunsdóttir, sum hava tvey børn við sær. Harafturat er omman, Súsan í Jákupsstovu, eisini við. Úr Klaksvík eru tað Hans Eiler, prestur, og Linda Hammer, sum hava fýra børn við sær.

Familjurnar vórðu fluttar til Múla við elsta strandfaraskipinum, Barsskor, sum sigldi úr Klaksvík mánamorgunin. Fyrsti dagurin varð brúktur til at kunna seg við viðurskiftini í bygdini, men hol varð eisini sett á fyrstu avbjóðingarnar.

Kúgv er komin aftur í bygdina, og hon skal mjólkast tvær ferðir um dagin. Tað er eisini nógv annað at tríva í.

Næstu dagarnar skulu familjurnar royna at trívast í bygdini, og tey sleppa eisini at royna seg á ymsan hátt. Fólkini fáa ymsar avbjóðingar, og helst enda tey eisini í onkrari óvanligari støðu.

Meira verður at frætta í útvarpssendingunum í vetur, hvussu leikur fer í Múla, siga tey frá Studio Pegasus, ið skipa fyri sendingunum.