Tríggjar mánaðir fyri rúsevnissmugling

Ein ungur maður varð í Føroya Rætti fríggjadagin dømdur tríggjar mánaðir fongsulsrevsing fyri smugling og fyri at hava rúsevni í varðveitslu.

Ákæruritið hjá ákæruvaldinum taldi trý punkt.
Í fyrsta lagi varð maðurin ákærdur fyri 30. juni 2008 at hava smuglað 469 gramm av hassji inn í landið, býtt á 421 gramm, sum maðurin hevði innvortis, og 48 gramm, sum vórðu funnin undir setrinum, har maðurin sat á veg til Føroya.
Í øðrum lagi varð maðurin ákærdur fyri at hava 27 kannabis plantur heima við hús, 15,3 gramm av turkaðum toppskotum, 20,4 gramm av hassji og eina digitala vekt. Aftrat hesum varð maðurin eisini ákærdur fyri at hava selt 6,9 gramm av hassji til ein vinmann.
Triðja ákæran var fyri at hava latið hundin hjá sær gingið leysan uttan ábyrgdartrygging.
Ákærdi játtaði seg sekan í at hava smuglað hassj til Føroya, men kundi bert viðurkenna 400 gramm. Í næstu ákæruni játtaði hann seg sekan fyri varðveitslu, men noktaði fyri at hava selt hassj, og í triðju ákæruni játtaði hann seg sekan.
Maðurin greiddi frá, at hann hevði keypt hassjið á Christiania fyri 14.000 krónur, og at tað fyri tað mesta var til egna nýtslu. Kortini hevði hann ætlanir um at selja einum vinmanni 50 gramm fyri 100 krónur grammið fyri at dekka ferðaútreiðslurnar.
Hann segði, at hendan sølan bara var fyri ferðsútreiðslur og var ikki við vinningi fyri eyga.
Her vísti ákærin á, at tá 400 gramm vóru keypt fyri 14.000 krónur, so svaraði tað til einar 35 krónur grammið, og tí bar illa til at siga, at søla av 50 grammum til 100 krónur grammið ikki var vinningur.

Illgrunaverdur taxa
Ákærdi maðurin vildi ikki vita av vektini, sum ákæruvaldið skuldsetti hann fyri at hava smuglað.
Eg keypti 400 gramm og tey vóru sjálvandi vigað. Er tað nakað, so er vektin minni enn tað, tí eitt sindur fór til spillis, tá eg breyt klumparnar sundur í minni petti, segði ákærdi í rættinum.
Í øðrum førinum játtaði ákærdi alt, uttan at hava selt 6,9 gramm til ein vinmann. Hann segði, at tað líka væl var hugsandi, at vinmaðurin hevði selt honum hassj, tó at hann eisini segði, at tað hevði hann ikki.
Orsøkin til, at alt hetta kom fram var, at løgreglan hevði fingið eitt tip um ein taxabil úr Klaksvík, sum var í Havn. Teir komu fram á bilin og gjørdu av at elta hann. Bilurin koyrdi oman á Tinghúsvegin við SMS til eina peningaautomat, har annar av monnunum í bilinum fór út og tóktist taka pening út.
Teir báðir løgreglumenninir stóðu soleiðis fyri, at teir ikki kundu siga, antin var var vinmaðurin hjá ákærda ella bilførarin, ið tók pengar út.
Taxabilurin koyrdi síðani til bústaðin hjá ákærda, har vinmaðurin fór úr bilinum og inn til ákærda. Tríggjar til fýra minuttir seinni kom vinmaðurin út aftur, fór inn í taxabilin, sum síðani fór avstað.
Løgreglumenninir gjørdu tá av at steðga bilinum. Vinmaðurin varð kropsvisiteraður, og løgreglan fann umrøddu 6,9 grammini av hassji uppi á manninum.
Nú mettu teir seg hava orsøk at fara á bústaðin hjá ákærda, har ramur hassjroykur møtti teimum. Tvey vinfólk vóru inni hjá ákærda, men tey gjørdu av at fara, tá løgreglan kom. Ákærdi royndi at handa vinmanninum eina dós, men hetta varnaðist annar løgreglumaðurin og tók hana. Í henni var ein digital vekt og 20,4 gramm av hassji.

Hassjplantaga
Løgreglumenninir gjørdu so av at rannsaka húsini. Teir komu skjótt fram á nakrar hassjplantur í sovikamarinum og nakrar aðrar í einum rúmi við síðuna av.
Eitt annað, sum løgreglan royndi at finna, vóru pengar, sum annar av monnunum í taxabilinum hevði tikið út úr pengaautomatini.
Vit funnu ongar pengar, hvørki uppi á manninum í taxabilinum, ella inni í húsunum. Men tað skal tó sigast, at talan er um eini stór hús, greiddi ennar av løgreglumonnunum frá í rættinum.
Rannsakanin gav eisini onnur úrslit. Funnið var 15,3 gramm av turkaðum toppskotum, og tilsamans 27 hassjplantur.
Ákærdi greiddi frá, at turkaðu toppskotini ikki vóru nýtilig fyrr enn fimm til sjey dagar seinni, og tá ákæsuritið nevndi vektina av hassjplantunum til 1300 gramm, so skuldi fyri tað fyrsta fleiri vikur ganga, áðrenn hassjið var roykjandi, og fyri tað næsta fekst í mesta lagi 100 til 150 gramm burtur úr plantunum.
Ákærin metti tó, at alt hetta hassjið ikki kundi vera til egna nýtslu, og tí mátti talan vera um sølu av hassji. Hesum noktaði maðurin tó fyri.

Nýggj vitnir
Ákærdi fíltist á, at hann ikki hevði fingið boð um, at ein verji var tillutaður honum. Málið hevði verið útsett fleiri ferðir, seinast tí hann vildi hava ein verja, men tá ákærdi møtti í rættinum, visti hann ikki av, at hann hevði fingið ein verja.
Tað var tí neyðugt at útseta málið eina løtu, so verji og ákærdi fingu høvi at tosa saman. Eftir hesa ráðførslu bað verjin um, at málið varð ført fyri afturlætnum hurðum.
Endin var kortini tann, at bert partur av vitnisfrágreiðingini hjá løgreglumanninum bleiv fyri afturlætnum hurðum. Ákærdi setti fram onkra ákæru móti løgregluni og mett var, at hurðarnar áttu at latast aftur í hesum førinum.
Ákærdi kravdi eisini at fáa nýggj vitnir í málinum, og vildi tí hava málið útsett, men hesum mótmælti ákærin við teirri grundgeving, at málið longu var útsett fleiri ferðir, og at ákærdi hevði havt ivaleyst av tíð at fáa innkallað vitnir.
Dómarin gav ákæranum rætt í hesum og noktaði tí fyri at útseta málið, og tað fekk ákærda til at ivast í rættvísini í øllum málinum.
Prosedurur vórðu síðani hildnar, har ákærin kravdi tríggjar mánaðir fongsul, meðan verjin helt tað vera í meira lagi og mælti tí til, at í hvussu er ein partur gjørdist treytaður.
Dómarin valdi at fylgja ákæranum og dømdi mannin tríggjar mánaðar treytaleysa fongsulsrevsing umframt at gjalda eina bót fyri at lata hundin ganga leysan uttan ábyrgdartrygging, áljóðandi 1100 krónur.
Hesa bótina góðtók maðurin, men kærdi á staðnum dómin inn fyri hægri rætt.