Trúgva framvegis

Petur Mohr, venjari hjá KÍ, staðfestir, at í Klaksvík trúgva tey framvegis uppá eina bjarging.

- Eg hevði neyvan staðið her og svara upp á spurningar, um eg ikki trúði uppá tað, sigur Petur Mohr, hóast liðið varð sent av vøllinum við einum ógvusligum tapi.

Sum dysturin leið, gjørdi KÍ nógvar verjukendar útskiftingar.

- Vit byrjaðu væl, men so byrjaði at skrædna og so bleiv tað til ein spurning at avmarka tapið, sigur Petur Mohr, sum eisini staðfestir, at nú hyggja tey frameftir og framvegis trúgva upp á eina bjarging.