Trúgvin komin aftur

Sigurin á StÍF hevur kveikt vónina hjá VB um, at tað ber til at lívbjarga sær í Sunset-deildini

Hondbóltur

- Hatta var øgiliga gott. Sigurin hevði alt at siga hjá okkum, tí sjálvandi er tað einki stuttligt, um tú bara upplivir tap.
Orðini eigur ein væl nøgd Christina Holm hjá VB, sum saman við liðfeløgunum fegnaðist um, at næsti sigurin á árinum var komin til høldar.
- Sjálvandi er tað framvegis trupult hjá okkum, tí vit mugu vinna útidystirnar móti bæði StÍF og VÍF. Í so máta hevði sigurin alt at siga, tí taptu vit, so var liðugt. Men avrikið í dag ger eisini, at vit veruliga hava eina trúgv uppá, at tað kann bera til. Verjuparturin riggaði nógv betur, enn hann hevur gjørt í allan vetur, og í álopinum gekk eisini heilt væl. Migle ger sjálvandi stóran mun, og eisini spælda Svava Vestergaard ein branddyst á veinginum, sigur Christina Holm.