Tríggjar umsóknir eru til starvið sum deildarstjóri í mentamálaráðnum. Mentamálaráðið hevur fingið tríggjar umsóknir til deildarstjórastarvið, sum varð lýst leyst herfyri.
Starvið skal setast til tann 1. september, og nýggi deildarstjórin kemur fyri Jóannes Dalsgaard, sum fer frá tá fyri aldur.
Tann, sum verður settur, fær ábyrgdina av hægri útbúgving, gransking og mentan.