Ein næstan 60 ára gomul súkla er vorðin eitt væl umtókt ferðamál í amerikanska statinum Wyoming.
Ein dagin í 1954 setti tann átta ára gamli Don Puz súkluna frá sær upp at einum træi í skóginum í Vashon Island. Hesi nógvu árini er so tað hent, at træið hevur "bitið" í súkluna og tikið hana við sær, soleiðis at hon nú hongur fleiri metrar oman fyri vøllin.
Don Puz hevði fingið súkluna frá mammu síni, men hann setti hana frá sær, tí tað var ein gentusúkla. Tá mamman, Helen Puz, sum nú er 99 ára gomul, sá eina blaðgrein um tað sjáldsomu træ-súkluna, kundi hon siga blaðnum frá tí rætta samanhanginum.
Tað eru ikki bara amerikanarar, sum eru hugtiknir av tí sjáldsama náttúrufyribrigdinum í Wyoming. Ein sjónvarpsstøð í Japan hevur gjørt eina dokumentarsending um træið og súkluna.