Formuladeildin
HB hevði fyri neyðini at tryggja sær øll trý stigini, tí greipuvinnararnir hava ikki havt eina serliga góða byrjan upp á kappingarárið í Formuladeildini, og tí var neyðugt við einum sigri, um havnarliðið ikki fullkomiliga skuldi missa sambandið til oddin.
Skerdir tvørámenn
Tað var eitt skert TB-lið, sum var komið á vitjan hjá HB í Gundadali. Predrag Zivkovic fekk reytt kort síðsta dyst, og í sama dysti fekk Alexander Jovevic ein skaða, sum gjørdi, at hann ikki kundi verða við móti HB. Fyri at gera ilt verri bleiv veteranurin Jón Johannesen skaddur undir venjing leygardagin, og náttina til týsdagin gjørdist Búi Mortensen sjúkur, so teir báðir vóru heldur ikki við í trupla útidystinum.
Venjarin hjá HB, Heine Fernandez, hevur alment borið fram, at HB hevur manglað ein málskorara í ár, og Heine hevur havt nógv høvuðbrýggj av, hvussu álopsstrupulleikin skuldi loysast, og sunnudagin var ein roynd at loysa trupulleikan gjørd.
Tá ið HB-liðið gjørdi seg klárt at byrja dystin, vóru tað nógvir áskoðarar, ið gløddu við, tá ið tey sóu, at undir liðini á Jákupi á Borg í álopinum stóð vanligi verjuleikarin Hans á Lag. Endamálið við at seta Hans í álopi var óivað at fáa ein mann, ið er sterkur í luftini, at taka dystin upp við tær báðar kempurnar í miðverjuni hjá TB, Óla Johannesen og Ace Petrovic, og harvið fáa lagt nakrar bóltar fyri føturnar á viðleikarunum har frammi á vøllinum.
Verjumúrur
Tað var heimaliðið, sum hevði greiða leikliga yvirvág frá fyrsta bríksli, men liðið hjá TB var ógvuliga væl skipað, og tað gekk striltið hjá HB at koma til teir heilt stóru møguleikarnar. Tvørámenn arbeiddu hart, og hvørja ferð at HB hevði bóltin, flutti TB alt sítt fólk aftur um bóltin, soleiðis at HB rendi seg í ein sannan verjumúr, tá ið teir royndu at fara fram eftir vøllinum. Nærkaðist HB brotsteiginum hjá TB, var verjan hjá tvørámonnum fyri, og ikki minst var tað liðskiparin hjá TB, Óli Johannsen, ið var dugnaligur til at rudda burt av vandaleið.
HB hevði tó nakrar møguleikar, og longu tá ið 10 minuttir vóru leiktir, var um reppið, at heimaliðið legði seg á odda, men royndin hjá Hans á Lag brast í tvørstongina.
TB kom nú eitt sindur meiri við í dystin, og nakað eftir royndina hjá Hans á Lag á tvørstongina, hevði Olivur Abrahamsen hjá TB eina góða skotroynd, sum Bárður í HB-málinum tó ikki hevði stórvegis trupulleikar av.
Tá ið ein hálvur tími var leiktur, hevði heimaliðið ein risa møguleika at leggja seg á odda, men hóast teir fýra ferðir royndu seg úr heilt stuttari fjarstøðu, eydnaðist tað ikki teimum at fáa bóltin framvið einum vælleikandi Predrag Markovic í TB-málinum.
Stutt eftir henda møguleika var enn einaferð vandi á ferð í TB-brotsteiginum, men Jákup á Borg skeyt upp um úr fimm metra fjarstøðu. Tá átti TB-málverjin helst fríspark frammanundan.
Tað vísti seg, at neyðugt var at fáa ein verjuleikari framvið, áðrenn tað skuldi eydnast hjá HB at fáa hol á. Johannus Joensen fór fram eftir vøllinum, spældi bandaspæl við ein liðfelaga og slapp á henda hátt inn um verjuna hjá TB nakað úti í vinstru síðu av brotsteiginum. Ístaðin fyri at royna sjálvur valdi Johannus at leggja tvørtur um til ein púra leysan Hans á Lag, sum hevði lætt við at langa bóltin í netið til 1-0, bert ein minutt fyri hálvleik.
Einvegis ferðsla
Í veruleikanum avgjørdi HB dystin við málinum hjá Hans á Lag beint fyri hálvleik og við einum máli, sum kom beint eftir hálvleik. Tað málið kom, tá ið góðir fýra minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki.
Ein bóltur var sendur høgt innfyri heilt inn í málteigin hjá TB, har fyrst Rúni Nolsøe og síðani Hans á Lag stútaðu á tvørtræið, áðrenn bólturin datt fyri føturnar á John Hera Dam, sum setti hann í netið til 2-0. Tvørámenn vóru ónøgdir við, at málið ikki var kolldømt fyri rangstøðu, og at síggja til høvdu teir grein í sínum máli.
HB hevði bóltin tað mesta av tíðini í seinna hálvleiki, og tað var ógvuliga sjáldan, at tað vóru boð eftir HB-verjuni.
Tað bleiv 3-0, táið seinni hálvleikur var hálvrunnin. Jákup á Borg sendi eitt innlegg úr høgru síðu, og inni í brotsteiginum var Óli Johannesen so óheppin, at hann beindi innlegginum í egið mál.
Óli var tó eisini vandamikil í hinum endanum, tí tað var hann, sum fýra minuttir fyri leiklok pyntaði um úrslitið, tá ið hann skoraði eftir eitt fríspark úr vinstru síðu.