Seinnapartin í dag hevur løgreglan gjørt grein 13 kanning í havnargøtum. Umleið 100 bilar vórðu steðgaðir, harav løgreglan skrivaði 67 frágreiðingar, sum allar í minsta lagi geva 500 krónur í bót.
Millum brotini gav løgreglan trý klipp í koyrikortið, tí børn ikki sótu í trygdarbelti.
49 tilburðir vóru, har bilførari ella onnur, sum vóru í bilinum, ikki sótu í trygdarbelti, 11 bilførarar tosaðu í fartelefon, tríggir høvdu einki koyrikort uppi á sær, og í einstøkum føri vóru dekk og lyktir ikki í lagi.
Umframt hesar 67 frágreiðingarnar, gav løgrelan 11 átalur fyri ymisk smærri brot.