Trý línuskip eru í løtuni til fiskiskap.
Eitt línuskip royndarfiskar á Føroyabanka, og tvey eru vestan fyri Føroyar. Tvey av skipunum koma væntandi inn at landa fyrst í næstu viku, og hitt seinasta kemur helst seinni í vikuni.
Tað vita tey at siga á Fiskamarknaði Føroya í dag.
Um útlitini til útróður, verður sagt, at veður og streymur fara at roynast fyrst í næstu viku, men streymurin harðnar, sum vikan gongur. Eisini er væntandi, at tað verður meira vindur seinni í vikuni.
Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at onkrir bátar loysa, men roknað verður ikki við tí heilt stóra í næstu viku.