Ein stórur krani hevur í dag heysað nýggja breiðbandsútgerð umborð Norrönu. Tað merkir, at bæði ferðafólk og manning fáa tráðleyst internetsamband. Í dag verður útgerð til breiðbandsatgongd sett umborð á Norrönu. Breiðbandsloysnin fer at geva Smyril Line virknari arbeiðsumstøður, tí starvsfólk og ferðafólk umborð alla tíðina kunnu hava tætt samskifti við síni kæru og starvsfelagar á landi, stendur í tíðindaskrivi frá Føroya Tele, ið veitir tænastuna í samstarvi við Vikmar.
- Hetta er sera týdningarmikið, tá hugsað verður um, at Norröna er okkara einasta ferðamannaskip og sostatt einasta fasta sjóvegis samband hjá føroyskum ferðafólki við útheimin, skrivar Føroya Tele.
Fyrrapartin hevur og arbeitt við at lyfta útgerðina umborð av Busatanga. Tað snýr seg til dømis um stórar parabolantennir, sum taka niður dáta umvegis fylgisvein.
Sett verður upp eitt 4 M/512K samband. Endamálið er at geva Norrönu størri bandbreidd til internetið, so viðskiftafólk skulu kunna keypa breiðbandsatgongd umborð.
Allur dátaflutningur og telefonisamskifti á skipinum fer tá at fara fram umvegis breiðbandssambandið. Hetta merkir, at Norröna alla tíðina fer at hava tætt samskifti við skrivstovuna á landi og umheimin annars.
Tað hevur leingi verið arbeitt við at fyrireika breiðbandsloysnina umborð á Norrönu, sum verður sett upp á túrinum til Íslands og síðani royndarkoyrd. Sambandið verður væntandi klárt um 14 dagar til tríggjar vikur.