Verður tað Giza Hoyvík, Suðringar ella B36, sum saman við ÍF skal flyta niður úr næstbestu deildini. Spurningurin verður ikki svaraður í kvøld, men ábendingin um svarið verður ivaleyst greiðari í kvøld, tá ið 22. umfar verður av.
B36 er næstniðast – fýra stig aftanfyri Giza Hoyvík og fimm stig aftanfyri Suðringar. Í kvøld fær B36 vitjan av B68, sum roynir at endurvinna plássið í bestu deildini. At tað ber til at vinna á toftamonnum vísti HB leygardagin, tá ið gestirnir fóru av Svangaskarði við 2-0 sigri.
B36 plagar at vera betri mannað í Gundadali enn á útivølli. Um plássið skal verða bjargað, so er høvið á ovara vølli í kvøld av álvara at manna liðið og harvið royna bjargingarroynd.
Um tað verður ein vinnari á Vágseiði, har Suðringar fáa vitjan av Giza Hoyvík, so verður sigursharrin ivaleyst eisini næsta ár partur av næstbestu deildini. Tá ið liðini hittust har suðuri í triðja umfari var úrslitið 2-2. Eftir vitjanina norðanfyri hjá Giza Hoyvík noyddust Suðringar suður við 4-1 tapi.
AB, sum tríggjar tær seinastu ferðirnar hevur vunnið fulla úrtøku við málmuninum 6-0, hevur í kvøld møguleika at taka næstsíðsta fetið fram ímóti uppflyting. Argjamenn skulu til Runavíkar at hitta NSÍ, sum tvær tær seinastu ferðirnar hevur tapt ímóti Suðringum og Giza Hoyvík.
Hóast KÍ bara hevur vunnið ein av fimm teimum seinastu ferðunum – 2-1 í Fuglafirði – so eru klaksvíkingar framvegis næstfremst. Í kvøld skal KÍ spæla á niðara vølli í Gundadali ímóti HB, sum burtur úr fimm teimum seinastu dystunum hevur vunniið fimm stig – sigur á Toftum og javnleik ímóti NSÍ og Giza Hoyvík. Mitt í summar fór HB úr Klaksvík við 6-0 tapi. Tá ið liðini hittust í Gundadali, vann HB 3-2.
Um Víkingur vinnur favorittsigur í Fugalfirði, so er møguleiki hjá ungu monnunum í Eysturkommunu at taka seg nærri heiðursmerkjaplássinum, sum nú er fýra stig burtur.
22. umfar
Ídag
ÍF-Víkingur: Janus Fossdalsá kl. 18.00
NSÍ-AB: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 18.30
HB-KÍ: Bjarki Danielsen kl. 18.30
B36-B68: Ransin Djurhuus kl. 19.00
Suðringar-Giza Hoyvík: Áron S. Vest kl. 17.30
Støðan undan 22. umfari
AB 49
KÍ 39
B68 39
Víkingur 35
NSÍ 33
HB 29
Suðringar 26
Giza Hoyvík 25
B36 21
ÍF 0