8810: dagar sum venjari hjá Manchester United, og Sir Alex Ferguson koppaði metinum hjá landsmanninum Sir Matt Busby, sum tann sum hevði verið venjari hjá Manchester United tað longsta tíðarskeiðið. Talan hevur verið um meir enn 2000 dystir og 36 ymisk vunnin heiti hesar mongu dagarnar Sir Alex Ferguson hevur sitið við róðrið á Old Trafford. Metið hjá Sir Alex varð sett tann 19. desember.
1283: dystir, 400 mál og 31 vunnin heiti gjørdist tann samlaða veiðan hjá Raul og Guti, tá teir góvust í Real Madrid í mai í fjør. Guti var í Real Madrid í eina fjórðingsøld (1985-2010), meðan Raul skoraði fleiri mál (323) og spældi fleiri dystir (741), enn nakar annar í drúgvu søguni hjá Real Madrid.
300: mál sum yrkisspælari gjørdist veruleiki hjá argentinska spælaranum, Martin Palermo í desember. Í summar gjørdist tann 37 ára gamli Martin Palermo tann elsti argentinski landsliðsspælarin, sum hevur skorað í einum HM-endaspæli. Samstundis gjørdist Martin Palermo tíðarinnar toppskjútti hjá høvuðstaðarliðnum, Boca Juniors, tá hann koppaði tí 72 ára gamla málmetinum hjá Roberto Cheeros
99: stig av 114 møguligum var metið Barcelona setti tá liðið vann sítt 20. ligagull.
Liðið hjá Pep Guardiola endaði kappingarárið, uttan at missa eina einastu leiðslu á heimavølli. Liðið skoraði trý mál ella fleiri í meir enn øðrum hvørjum dysti, og liðið fekk bert 24 mál ímóti sær. So fá mál hevur Barcelona ikki latið inn, síðani kappingarárið 1973/74.
Kelda: norska TV2