FÓTBÓLTUR
Hóast U21-landsliðið hevði fýra stig í viðførinum heimaftur til Føroya í gjárkvøldið, var hýrurin meira merktur av tveimum mistum stigum í Andorra, enn trimum vunnum í Lettlandi. Og tað merkti eisini viðmerkingina frá øðrum av venjarunum, Heðini Askham:
– Sjálvt um eg væl veit av, at hetta samanlagt er í lagi, so eri eg allíkavæl ótrúliga skuffaður av seinna dystinum beint nú. Tað er ikki í lagi, at vit koma heimaftur úr Andorra við bara einum stigi, men soleiðis er veruleikin tíverri, staðfestir hann.
– Um vit í staðin høvdu fingið eitt stig í Lettlandi og trý í Andorra, høvdu vit hinvegin verið ovurfegnir, so eg veit væl, at hetta er ein kensla, sum er eitt sindur løgin. Um nakrar dagar síggi eg kanska øðrvísi upp á tað, men beint nú eri eg ótrúliga skuffaður.
Heðin Askham skal tó bara hava eina lítla løtu at hugsa seg um í, so hevur hann eitt sindur lættari við at tosa um samlaða avrikið. Og tá sær hann allíkavæl eitt lítið sindur ljósari upp á tað.
– Tað, sum hetta U21-landsliðið hevur avrikað higartil í hesari EM-undankappingini, er nakað av tí flottasta, føroyskur fótbóltur nakrantíð hevur avrikað. Og bara tað, at vit kunnu loyva okkum at vera so misnøgdir við hetta, sum okkara landsliðsár nú endaði við, fortelur vælsaktans eisini eitt sindur um eina ella aðra menning, sum gongur rætta vegin, sigur hann.
Missa til A-landsliðið
Saman við Bill McLeod Jacobsen hevur Heðin Askham staðið á odda fyri U21-landsliðnum, sum í hesi EM-undankappingini vann ein sensationellan sigur á Russlandi í juni og tríggjar mánaðir seinni fekk javnleik 1-1 ímóti Moldova, fyri síðani mikudagin at vinna á Lettlandi og nú leygardagin at spæla javnt ímóti Andorra.
Bara tað, at liðið hevur fingið stig í fýra av sínum átta dystum og nú er uppi á átta stigum, við Moldova og Andorra aftan fyri seg á stigatalvuni, er eitt ovurstórt avrik í sær sjálvum. Og Heðin er sannførdur um, at enn meira býr í liðnum, sum hann heldur vera sera væl samansett:
– Vit hava ein góðan málmann, nakrar kempur í verjuni, góðar bóltspælarar á miðvøllinum, umframt at vit har frammi hava framherjar, ið duga at skjóta mál. So tað teknar gott, heldur hann, samstundis sum hann er sannførdur um, at liðið ikki sleppur at halda fram við øllum spælarunum, sum nú eru við.
– Brian Kerr var við á ferðini í Lettlandi og Andorra, og eg ivist onga løtu í, at hann – serliga í fyrra dystinum – hevur sæð spælarar, hann kundi hugsað sær at fingið upp á A-landsliðið.