Ótrúliga snópisligt fyri føroyingar

OYGGJALEIKIR Hetta setir ætlaðu oyggjaleikirnar í Føroyum í 2019, í stóran vanda, sigur forsetin í ÍSF, Petur Elias Petersen

- Hetta er heilt ótrúliga snópisligt fyri okkum.
Petur Elias Petersen, forseti í ÍSF sigur, at verður spurningurin um lendi til golfvøll ikki avgreitt í hesum mánaðinum, verður tað eitt alvorligt bakkast fyri føroysku royndirnar at fáa oyggjaleikirnar til Føroyar í 2019.
- Tað setir oyggjaleikirnar í Føroyum í stórum vanda, sigur ÍSF forsetin.
Føroyingar hava sett sær fyri at fáa oyggjaleikirnar til Føroya í 2019. Men ein rættiliga avgerandi fortreyt fyri tí er, at golf kann vera ein ítróttargrein á leikunum.
Arbeitt hevur verið við at útvega lendi til golfvøll á Glyvursnesi, men sum tað sæst í aðrari grein her á síðunum, er at kalla eingin møguleiki fyri, at tað málið kann vera avgreitt í hesum mánaðinum.
Og tað hevur avgerandi týdning, tí føroyska umsóknin skal sendast altjóða oyggjaleikanevndini nettupp nú í september.

Lata stafettina víðari
Freistin at søkja um oyggjaleikirnar í 2019 er nú síðst í september
Petur Elias Petersen sigur, at ÍSF skal hava fund 24. September, har avgerð skal takast um, antin føroyingar skulu søkja um oyggjaleikirnar í 2019.
- Verður málið um lendi ikki avgreitt, skulu vit taka støðu til um vit skulu søkja vi tí fyrivarni, at vit fáa eina tíð at avgreiða spurningin um lendi.
- Ein annar møguleiki er, at vit taka okkum aftur og lata stafettina víðari til onkran annan.
ÍSF forsetin sigur, at tað er ein spurningur, um ÍSF fer at søkja við fyrivarni, við tí órógv, tað fer at føra við sær.
- Spurningurin er eisini, um Oyggjaleikanevndin, og hini limalondini í oyggjaleikunum, hava álit á, at vit yvirhøvur klára at avgreiða málið.
Petur Elias Petersen vísir á, at vit hava vitað í fleiri ár, at umsóknarfreistin er nú í september.
Vit kunnu leggja afturat, at bæði landsstýrismaðurin í mentamálum, umframt sjálvur løgmaður og borgarstjórin í Havn, hava meiri enn einaferð vissa oyggjaleikanevndina um, at ÍSF hevur fulla undirtøku hjá landspolitiska myndugleikanum og hjá Tórshavnar Kommunu, at søkja um oyggjaleikirnar í 2019, og at greiða skuldi fáast á øll viðurskifti.

Forklárings-trupulleiki
Petur Elias Petersen fær seg ikki at trúgva, at spurningurin um lendið til golfvøllin ikki verður avgreiddur tá.
- Eydnast tað kortini ikki, fáa vit ein stóran forklárings-trupulleika og tað verður ein stór avbjóðing fyri okkum, sigur Petur Elias Petersen.
Men tað er eisini spurningur um ÍSF hevur hug at fara undir alt eyka arbeiði, ið stendst av hesum, tá ið politiski myndugleikin ikki tekur málið í størri álvara.
- Tað verður eisini neyðugt, at politiski myndugleikin játtar pening til at halda oyggjaleikirnar fyri.
- Men hetta er ikki serliga álitisvekjandi og spurningurin er, hvørjum, vit skulu trúgva. Og spurningurin er ikki minst, hvørjum hini oyggjaleikalondini skulu trúgva, leggur ÍSF forsetin afturat.

Les eisini aðrar greinar um sama evni