Ótrúligt

Hanus Thorleifsson mátti eftir dystin ásanna, at hann ongan tíð áður hevði verið partur av einum dysti, sum tók eina somikið ógvusliga vend, sum dysturin við Margáir gjørdi sunnudagin.

- Tað havi eg so bestemt ikki. Og serliga ikki í dysti móti tí liðnum, sum liggur til at vinna føroyameistaraheitið.

Men hvat var tað, sum gjørdi, at tit eftir steðgin kunnu koppa øllum so fullkomuliga á høvdið.

- Vit tosaðu um tað í hálvleikinum. Vit høvdu fingið tvey skjót mál, og EB/Streymur skapti heldur ikki tað stóra. Teir høvdu nøkur vandamikil skot, men so heldur ikki nógv meira. Og vit vistu, at vit kundu væl skjóta tvey mál, so vit bardust.

Men tit hava ikki fyrr í ár víst, at tit kunnu skjóta bæði trý, fýra og fimm mál?

- Nei, tað hevur tú rætt í. Vit nokk bara eina ferð skotið fýra mál í ár, og á útivølli høvdu vit ongan tíð skotið meira enn tað eina málið. So hetta var kanska ótrúligt.

Og ber sigurin við sær, at tit enn trúgva upp á gullið, ella eru tit bara betur fyri í stríðnum um silvurkrónurnar?

- Tað er nokk meira í silvurstríðnum, at hetta ger mun. Skuldu vit enn havt ein lítlan møguleika fyri gullinum, so skuldu vit nokk skotið fleiri mál fyrr í ár. Men tað hevði eisini nógv at siga, at vit ikki avreiddu gullið. Tað hevur væl nakað við stoltleika at gera, segði Hanus Thorleifsson eftir dystin.