Kristina Háfoss hevði í týsdagssosialinum eina viðmerking, um torføru støðuna, føroysku peningastovnarnir eru í, orsaka av stóru kreppuni í alivinnuni. Tjóðveldistingkvinnan vísir millum annað á, at peningastovnarnir sjálvir mugu taka ábyrgd yvir tann váða, teir hava tikið í alivinnuni.
Hon heldur, tað er undrunarvert, at føroysku peningastovnarnir nú tosa um, at alivinnan tørvar almennan pening, tá teir síðstu mongu árini júst hava ávarað ímóti, at tað almenna blandar seg ov nógv í privat virksemi.
-Tað er ótrúligt, at tað yvirhøvur verður umhugsað, at tað almenna skal veita alivinnuni pening, eftir allar ræðusøgurnar frá 80 árunum. Ræðusøgurnar hava ikki meir enn lagt seg, so tosa vit aftur um at endurtaka somu mistøkini, sigur Kristina Háfoss.
Tá vit spyrja hana um, hvat hon heldur um sjónarmiðini hjá løgmanni og Bjarna Djurholm, um at tað almenna møguliga skal hjálpa alivinnuna, svarar tjóðveldistingkvinnan, at hon enn ikki hevur havt møguleika at umrøða málið við løgmann, og tískil kann hon ikki gera nakra viðmerking til úttalilsini hjá fólkafloksmonnunum
Greiðan skilna
Kristina Háfoss er rættiliga avgjørd í sínum máli viðvíkjandi spurninginum um almennan pening í alivinnuni. Hon metir tað verða av stórum týdningi, at tað er greiður skilnaður millum privata og almenna geiran. Uttan greiðan skilna ber ikki til at hava eitt greitt ábyrgdarbýti, sigur Kristina Háfoss.
- Váðin skal verða hjá vinnulívinum, meðan tað almenna skal veita vælferðartænastur og karmar fyri vinnulívið. Verða tað almenna og privata samantvinnað aftur, er stórur vandi fyri, at tað verður føroyski skattgjaldarin sum í síðsta enda má bera kostnaðin, greiðir Kristina Háfoss frá.
Mugu ansa okkum
-Vit kunnu ikki bara siga ja til almennar pengar til alivinnuna, og so vænta, at aðrar vinnugreinir ikki fara at gera sær dælt av sama møguleika. Tað hevur bæði verið nevnt at veita Smyril Line og rækjuflotanum almennar pengar, og opna vit fyrst fyri møguleikanum, so er stórur vandi fyri, at vit lættliga kunnu enda í somu ræðustøðu sum 80 árunum, og tí mugu vit ansa okkum sigur Kristina Háfoss at enda.
Mynd: Kristina
Tjóðveldistingkvinnan, Kristina Háfoss, er rættiliga avgjørd í sínum máli viðvíkjandi almennum pengum til alivinnuna. Váðin skal verða hjá vinnulívinum, meðan tað almenna skal veita vælferðartænastur og karmar fyri vinnulívið, sigur Kristina Háfoss.