Ótrúligt upplivilsi

Summarfestivalurin í Klaksvík hevur í ár 15 ár á baki, og vit spyrja í hesum sambandi 15 fólk um teirra bestu SF upplivisi.

Summarfestivalurin í Klaksvík hevur í ár 15 ár á baki, og vit spyrja í hesum sambandi 15 fólk um teirra bestu SF upplivisi. Her er tað Danny Baldursson, sum svarar: 

 

 

 

Mín besta Summarfestival uppliving var, tá ið eg stóð á stóra palli við DANNY & THE VEETOS í 2016, tað var eitt ótrúligt upplivilsi.

 

Síðani eg byrjaði at spæla guitar sum 17 ára gamal, hevði eg droymt um júst hetta, so tá ið dreymurin bleiv til verðuleika, gav tað mær eitt ordiligt boost at blíva við, og at skriva meira tónleik, og at stremba hægri.