Ótrúligur Manchester United sigur

Manchester United hevur lagt seg heili fimm stig fremst í Premier League, eftir at teir í kvøld vunnu 3-2 á útivølli móti Blackpool. Tað var annars heimaliðið, ið kom best frá byrjan. Craig Cathcart legði Blackpool á odda og stutt fyri hálvleik økti DJ Campbell til hálvleiksstøðuna 2-0. Blackpool hevði tamarhald á dystinum og vildu hava brotsspark tíðliga í seinna hálvleiki, men dómarin lat ikki við seg koma. Tjúgu minuttir fyri tíð broyttist alt. Fyrst minkaði Dimitar Berbatov um munin og tveir minuttir seinni var javnleikur. Innskifti Javier Hernandez, sum avloysti Wayne Rooney, skoraði málið. Avgerðin fall tá tveir minuttir vóru eftir av vanligar leiktíð. Tað var enn eina ferð Dimitar Berbatov, ið gjørdist hetjan í Manchester United, sum alsamt meiri líkist einum komandi enskum meistara.

 

Ein annar dystur hevur eisini verið í Premier League í dag. Aston Villa vann 2-1 á útivølli móti Wigan. Gabriel Agbonlahor legði Aston Villa á odda tíðliga í seinna hálvleiki. Tá ein góður tími var spældur økti Ashley Young upp á brotsspark. James McCarthy minkaði um munin tíggju minuttir fyri tíð, men Aston helt fast um leiðsluna. Aston Villa liggur nú nummar 13.

 

Premier League úrslit:

 

Blackpool ? Manchester United 2-3

1-0 Craig Cathcart, 15

2-0 DJ Campbell, 43

2-1 Dimitar Berbatov, 72

2-2 Javier Hernandez, 74

2-3 Dimitar Berbatov, 88

 

Wigan ? Aston Villa 1-2

0-1 Gabriel Agbonlahor, 50

0-2 Ashley Young, 61(br)

1-2 James McCarthy, 80