Trøll og álvur frá Norðurlondum

Finnland og Svøríki sleppa at kappast í finaluni í Melodi Grand Prix leygarkvøldid. Harafturímóti er Silvia frá Ìslandi noydd at fara heim. Hon var ikki millum tey tíggju, sum sluppu vídari úr undankappingini

Finalan í Melodi Grand Prix skal í ár avgerast í Athen. Svens-grikska Elena Paparizou sang Grikkaland til sigurin í fjør.

Í gjárkvøldið var undankappingin, har avgjørt varð, hvørji lond skulu kappast í finaluni. Heili 13 lond eru í dag noydd at pakka kuffertið og fara heim. Millum tey er Ìsland, sum møttist av buh-rópum frá áskoðarunum. Silvia Night, sum umboðar Ìsland, hevur fingi átalu fyri ringan atburð, og at hon ikki hevur tikið kappingina fyri fult. Atkvøðurnar vóru heldur ikki nóg nógvar, til at hon slapp at verða verandi í kappingini.

Svenska Carola kláraði akkurát at koma við til finaluna. Hon hevur vunnið kappingina fyrr, og tað eru heili 23 ár síðani hon fyrstu ferð stóð á Grand Prix pallinum við sanginum Fræmling.

Trøll úr Finlandi
Bólkurin, sum hevur verið orsøkin til flestu yvirskriftirnar, er Lordi frá Finnlandi. Tey fimm trøllini kláraðu eisini at koma víðari til finaluna.
Ein trýr næstan ikki sínum eygum tá ein sær finsku luttakararnar. Teir eru allir klæddir sum trøll ella monstur. Sangurin teir luttaka við eitur »Hard rock hallelujah«. Finnland hevur ikki haft nakra størri framgongd í hesi kapping, men í ár kann landið í hvussu so er verða víst í, at fólk leggja tey til merkis. Bólkurin er nokk eisini tey sum sveitta mest í Athen, tá teir ongantíð vísa seg uttan trølladraktirnar.
Hóast bólkurin sær øgiligur út, so er sangurin rættiliga góður. Tá teir serkønu úr øllum norðurlendsku londunum søgdu sítt um sangirnar, ið eru við, gjørdist Finnland nummar eitt. So blunda og lurta eru bestu ráðini, tá Lordi kemur á pallin.

Dugur ikki at twista
17 ára gamla Sidsel Ben Semmane skal umboða Danmark í Grand Prix. Hennara sangur »Twist of love« fekk toppkarakter frá øllum telefonøkjum í Danmark.
Sangurin snýr seg um drongin Sonny, sum er forelskaður í gentuni Conny, men tað er hann ikki einsamallur um. Kappingarneytin O´Smarty er eisini forelskaður í Conny, men hann kann ikki dansa twist, og tí velur Conny Sonny. Ikki so djúpur tekstur, men Danmark er so einasta landið, ið hevur ein sang, sum gongur í twist takt.
Maðurin aftanfyri sangin hjá Sidsel eitur Niels Drevsholt. »Twist of love« er hansara fimta roynd í tí danska Grand Prixinum. Fyrstu ferð hann var við, var í 1983 við sanginum »Gi'r du et knus« sum bólkurin Snapshot framførdi. Sangurin bleiv nummar tvey, men gjørdist eitt rættuligt hit í Danmark.

Ber til at vedda
Tey ymisku veddinga fyritøkurnar hava eisini sett síni odds á sangirnar, sum eru favorittar til sigurin leygarkvøldið. Hjá fyritøkuni Bettson fær ein 50 ferðir peningin um Danmark vinnur, fýra ferðir peningin um Svøríki vinnur og tíggju ferðir peningin um Finnland fer avstað við sigrinum.
Svøríki, Grikkaland og Rumenien eru londini, sum hava lægst odds. Tey trý londini eru eisini nevnd aðrastaðni sum favorittar til sigurin.

1.Sveis  - six4one  If We All Give a Little
2.Moldavia  - Arsenium og Natalia Gordienko  Loca
3.Ísrael  - Eddie Butler  Together We Are One
4.Letland  - Cosmos  I Hear Your Heart
5.Norra  - Christine Guldbrandsen  Alvedansen
6.Spania  - Las Ketchup  Bloody Mary
7.Malta  - Fabrizio Faniello  I Do
8.Tyskland  - Texas Lightning No No Never
9.Danmark  - Sidsel Ben Semmane  Twist of Love
10.Rusland - Dima Bilan Never Let You Go
11.Makedonia - Elena Risteska Ninanajna
12.Rumænia  - Mihai Traistariu  Tornero
13.Bosnien Herzegovina - Hari Mata Hari  Lejla
14.Litauia - LT United  We Are The Winners
15.Bretland  - Daz Sampson  Teenage Life
16.Grikkaland - Anna Vissi  Everything
17.Finnland - Lordi Hard Rock Hallelujah
18.Ukraina - Tina Karol  Show Me Your Love
19.Frankaríki  - Virginie Pouchain  Il était Temps
20.Kroatia  - Severina Vuckovic  Moja Stikla
21.Írland - Brian Kennedy  Every Song Is a Cry for Love
22.Svøríki - Carola  Invincible   
23.Turkaland - Sibel Tüzün Superstar
24.Armenia - André  Without Your Love