Trøllini flippa út í Vági

Sunnudagin fer Trølla Pætur og hansara familja at hava konsert í Framtíðini í Vági

Trølla Pætur, Trølla Omman, Trølla Ungin og Trølla Ossi verða øll við, tá barnakonsert verður í Vági sunnudagin.
Hetta er fyrsta konsertin síðani nýggi filmurin "Hvar er Nósi?" kom út. Í filminum verða tey jagstra av Erling politisti, og tað verða tey eisini á konsertini, sum verður sunnudagin.
Konsertini verður í Framtíðini í Vági sunnudagin kl. 16.00. Øll børnini fáa plakat av bommpakka frá trøllinum.