Átrúnaðarligt monopol hoyrir ikki heima í 21. øld!

Nú man hevur sitið og fylgt við tosinum um átrúnað og ikki átrúnað hetta síðsta árið, er trongdin til at skriva mína hugsan niður vaksin, í takt við at tað bara koma fleiri og fleiri óumhugsaðar, einsporaðar og beinleiðis vánaligar grundgevingar fyri at varðveita niðurgerðingina av einum stórum minniluta í Føroyum. Eg vil við hesum ikki argumentera fyri nakrari ávísari trúgv, men meiri fyri opinleika og virðing.

Tað, sum gjørdi, at eg til endans fekk nokk, vóru tey mongu argumentini frá átrúnaðarliga afturhaldinum í Føroyum. At tað altíð hevur verið so, kristindómur er sannleikin. Kristindómur er gott fyri Føroyar. Kristindómur verjir okkum frá øllum illum. Kristindómur stendur fyri teimum moralsku og etisku virðinum. Tað stendur jú í fólkaskúlalógini og grundlógini. So og so nógvir føroyingar eru limir í fólkakirkjuni, og so framvegis... Nógv fólk hava skrivað og grundgivið væl ímóti hesum. Tíðin vil vísa, um orðini rína við.
Tað er serliga eitt, sum eg eri farin at ilskast inn á. Tað er tá ið fólk, sum oftast tey kristnu, til dømis nýta limatalið í fólkakirkjuni sum argument. “85% av Føroya fólki eru limir í fólkakirkjuni, og tí skulu vit hava kristni í fólkaskúlunum”. Eg skal siga, sum er, at eg eri agnostikari, og eg havi einki ímóti at vera limur í fólkakirkjuni og rinda kirkjuskatt. Kirkjan røkir nakrar uppgávur, sum eg vildi sagt hava alstóran týdning fyri eftirtíðina. Men tá hetta síðst nevnda argumentið verður nýtt sum ein góð grund fyri, at vit skulu varðveita eitt átrúnaðarligt monopol bæði í skúlum og í samfelag, tá er tað, at mín stuðul til kirkjuna byrjar at minka. Tað hóvar mær lítið at verða nýttur til tílík uppáhald. Tað eru nógvir limir í fólkakirkjuni, sum als ikki eru trúgvandi, og tí er hattar ikki ein grundgeving, sum kann nýtast til nakað sum helst. Tað er meira eitt uppáhald, sum fær fólk sum meg at lima meg úr henni. Og at siga, at Føroyar fara á skeiva kós, um kristindómur ikki hevur høvuðssætið, er tað sama sum at siga, at allir føroyingar eru veikir, býttir og hjálparleysir.
Viðvíkjandi fólkaskúlunum so er mín meining tann, at tað skuldi verið eitt fak, ið æt átrúnaður. Við at hava eitt fak í fólkaskúlanum, ið eitur kristni, nøra vit um fordómarnar, longu áðrenn børnini hava nakran objektivan sans til at velja og vraka. Og tá ið tey bara hava eitt val, hvør av teimum tímir so at vraka tað? Fordómarnir fylgja teimum flestu restina av lívinum og nógv blíva enntá rasistisk. Vit síggja væl hetta lyndið í Føroyum, um vit væl at merkja loyva okkum at síggja tað. Hvussu ofta hevur man ikki hoyrt um hasar dummu arabararnar, sum fleiri ferðir um dagin venda sær móti Mekka í bøn. Um buddistar, sum bara sita og meditera og droyma um Nirvana alt lívið. Um hindu við øllum teirra løgnu gudum. Og um ateistarnar og nógvar agnostikarar, sum halda, at alt byrjaði við ongum og so við einum stórum braki. Uml. ¼ til 1/3 av íbúgvatalinum í heiminum trýr upp á tann kristna gudin og restin ikki. Eru 2/3 til ¾ ikki orsøk nokk til at læra um aðrar átrúnaðir eisini? Og eru tað kanska ikki nokk av kristiligum samkomum og kirkjum í Føroyum til, at fólk kundi praktiserað sín átrúnað har?
Tí er tað, at eg vil hava átrúnað inn í fólkaskúlan, í staðin fyri kristni. Tað hevði avmystifiserað siðir og mentanir hjá øðrum trúarbólkum og ikki trúgvandi, og skapt størri virðing og tolsemi longu í fólkaskúlanum. Føroyar eru eitt lítið land, og nógv ungfólk leita sær til onnur lond at útbúgva seg. Eg vildi mett, at tey høvdu verið væl betur fyri at farið út í heim við eitt sindur av grundleggjandi vitan um aðrar mentanir.
Morgunsangurin nýtist ikki at vera avtikin fyri tað. Man hevði kunnað ført fosturlandsangir inn í morgunsangin, í staðin fyri, ella parallelt við sálmarnir. Fosturlandsangirnir verða ikki nýttir nakað serligt millum ungfólk nú á døgum í mun til fyrr. Kanska kundi hetta vent gongdini og møguliga eggjað onkrum at skrivað nýtt tilfar.

Øll vilja vit hava virðing fyri tað, vit eru, ella í minsta lagi vera tolererað. Tann so nógv umrødda glíðibreytin, sum nógv halda førir okkum í avgrundina, er ikki til í mínari verð. Men har er tó ein glíðibreyt. Tann, sum førir Føroyar úr miðøldini og inn í 21. øld.