Hetta er niðurstøðan í einari kanning, sum granskarin Gregory S. Paul hevur gjørt, og sum er almannakunngjørd í tí viðurkenda tíðarritinum Religion and Society.
Hann sigur, at tess størri partur av fólkinum í einum samfelag verða roknað sum trúgvandi, tess fleiri eru teir sosialu trupulleikarnir so sum morð, hjúnarskilnaðir, kynssjúkur, fosturtøkur og barnadeyði. Ella sagt við øðrum orðum: Trúgvandi demokratisk samfeløg hava fleiri sosialar trupulleikar enn demokratisk samfeløg við færri trúgvandi.
Í kanningini hevur Paul S. Gregory samanborið viðurskiftini í 18 demokratiskum londum í Vesturheiminum. USA er eitt av londunum, sum hevur lutfalsliga mong trúgvandi, og har eru teir sosialu trupulleikarnir eisini stórir. Harafturímóti eru lutfalsliga fá trúgvandi í Japan og teimum skandinavisku londunum, og har eru teir sosialu trupulleikarnir heldur ikki stórir, skrivar Paul S. Gregory.
Norski átrúnaðargranskarin Øistein Endsjø er samdur við Paul S. Gregory. Við Aftenposten sigur hann, at tað er týðiligt, at trúgvandi samfeløg hava størri sosialar trupulleikar enn onnur samfeløg.