Í hesi vikuni skal A-landsliðið hjá monnum spæla heili tríggjar EM-undandystir, tveir móti Russlandi og ein móti Kekkia.
Landsliðsvenjararnir hava tikið avgerð um ikki at brúka Elias á Skipagøtu í fyrsta dystinum í Russlandi.
- Elias er mitt í einum hørðum endaspælið um svenska meistaraheitið, og við skaðasøguni hjá honum hava venjararnir mett, at tað er mest skynsamt at spara Elias í fyrsta dystinum í Russlandi.
Í Hondbóltssambandi Føroya vita tey at siga, at Elias tó verður við í teimum báðum seinnu dystunum í Føroyum.
Í hansara stað hava landsliðsvenjararnir úttikið Trónd Mikkelsen, sum dagliga spælir í næstbestu donsku deildini í SUS Nyborg.
- Tróndur skiftir til fremstu norsku deildina - til Viking Stavanger eftir summarsteðgin. Hann spældi sín fyrst A-landsdyst móti Kekkia í mars, verður lagt aftrat.
Føroyar spæla móti Russlandi í Moskva mikudagin 28. apríl, móti Kekkia í Havn fríggjadagin 30. apríl og í havn móti Russlandi sunnudagin 2. mai.