Gøtuskipini Tróndur í Gøtu og Jupiter sigla báðir til Norra, teir hava roynt á 70-71 stigum norður og 9-11 stigum eystur, skrivar Vinnan á heimasíðu síni. Tróndur í Gøtu skal landa í Bodø, har teir væntandi verða tíðliga í morgin, teir hava 750 tons, meðalvektin á sildini er 340 gram. Prísurin teir fáa er 3,95 NOK.
Jupiter landar í Måløy, teir hava 1000 tons. Tað er Norway Pelagic, sum hevur keypt lastina, meðalvektin á sildini er 350 gram. Prísurin teir fáa er 4,00 NOK.