Frá klokkan 15 til 17 í dag fer Rás2 at hava frásøgn frá hátíðarhaldinum í Gøtu leygardagin, tá standmynd av Tróndi í Gøtu varð avdúkað.
Rás2 fer at varpa út røðurnar hjá løgmanni og bispi og prátar annars við fleiri av fólkunum, sum vórðu hjástødd undir hátíðarhaldinum, eitt nú listamannin Hans Paula Olsen. Eisini hittir Jan Müller gøtumenninar, Andreas Hansen og Henry Jarnskorð umframt borgarstjóran Hans Mourits Foldbo og mentanarmannin Jóan Hendrik Winther Poulsen. Áhugavert prát er við søgumannin Rógva Thomsen, sum hevur skrivað nógv um Trónd í Gøtu.