HB hevur longt sáttmálan við Trónd Vatnhamar soleiðis at hann eisini er HB?ari kappingarárið 2006.
Sambært hb.fo er Tróndur fallin væl til á liðnum, og hevur verið sera seriøsur og arbeiðssamur síðani hann kom frá B36. HB heldur tað vera sunna kapping millum teir tríggjar málverjarnar, Tróndur, Bárður og Pól, sum allir tríggir eru 1. liðsevni.