Nú sáttmáli er undirskrivaður millum Felagið Nótaskip og manningarfeløgini, fara nótaskipini útaftur. Tá Tróndur í Gøtu loysti í gjárkvøldið, settu teir kós norður yvir og fara ætlandi á lodnuveiði undir Íslandi. Tað skrivar Jóannis Nielsen á síni heimasíðu.
Um midnáttarleitið mikukvøldið fór Fagraberg eisini nýggjan túr, og teir settu kós móti Íslandi, har teir skulu eftir einari nót. Síðan fer Fagraberg eisini at fiska eftir lodnu.
Tað skriva www.skipini.com
Fagraberg hevur eina kvotu á 4000 tons av lodnu.