Tróndur og Hørður eru aftur í leiki

1. DEILD: Sera væl mannað HB lið vann grannauppgerðina ímóti FC Hoyvík

Manningin á næstbesta HB liðnum í grannauppgerðini ímóti FC Hoyvík á Tórsvølli ídag varð staðfesting av, at tað er øgilig kapping um plássini á besta liðnum.

Í dag vóru Øssur Dalbúð og Tróndur Jensen millum teir fyrstu ellivu saman við Áka D. Samuelsen og Ása Dam, sum eru millum ungu og evnaríku spælararnar, ið eru uppvaksnir í HB, og sum nú bjóða seg fram í kappingini um pláss á besta liðnum.

Tróndur Jensen var á vøllinum í fyrra hálvleiki, meðan hinir tríggir – Øssur, Áki og Ási – vóru á vøllinum alla tíðina.

HB vann 3-1, og tað vóru hesir tríggir, sum skoraði málini.

Ein skelkur fyri HB var tað, tá ið Hugin Ferber í 27. minutti legði undirtippaða FC  Hoyvík á odda 1-0. Ingmar Dam átti uppleggið. Hetta var áttanda málið hjá Hugini Ferber, sum er toppskjútti hjá FC Hoyvík.

Tríggjar minuttir seinni svaraði HB aftur. Øssur Dalbúð javnaði eftir horna og útfrá til 1-1. Pauli Magnusen átti uppleggið.

Fimm minuttir undan steðginum legði Áki D. Samuelsen HB framum 2-1, og fimm minuttir eftir steðgin økti Ási Dam um heimaleiðsluna til 3-1. Tórur Fraknsson Joensen legði upp til málið.

Tá ið tað restaði ein hálvur tími, varð Hørður Askham skiftur inn á HB liðið. Hann hevur í nógvar mánaðar miðvíst vant fyri at vinna seg aftur á vøllin, eftir at hann í fjør sleit krossbandið.

Síðsta korterið var FC Hoyvík undirmannað, eftir at Ásmund Hansen hevði sæð gula kortið fyri aðruferð. HB hevði fleiri møguleikar at økja um leiðsluna, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin framvið Mortan Vang í málinum hjá FC Hoyvík.

HB hevur 27 stig eftir 15 dystir og er nú næstovast.

FC Hoyvík hevur 9 stig eftir 16 dystir og kappast við AB um at sleppa undan aftasta plássi. AB hevur 8 stig.

12. september skal HB spæla á útivølli ímóti 07 Vestur, og FC Hoyvík skal aftur í Gundadal. Tá verður B36 mótstøðuliðið.