Teitur Vágadal, sjúkrarøktarfrøðislesandi
---
Uppsparingin er vorðin veruleiki og árligi prísvøksturin er enn til staðar. Ongar greiðar ábendingar eru um at prísvøksturin í samfelagnum fer at steðga. Framgongdin er spakulig og støðug í samfelaganum og er tað sjálvandi at fegnast um.
Avbjóðingin
Fakfeløg í Føroyum eru tó komin í eina nýggja avbjóðing: Hvussu skal framyvir samráðast komandi 15 árini nú tá tvungna uppsparing skal útinnast? Hvørji krøv skulu setast og hvussu skal tað samráðast? Og týðningarmiklast við hvønn? Tí at ein óvani hevur stungi seg upp í føroyska arbeiðsmarknaðinum. Politikkara blanda seg og blanda seg alt ov nógv.
Játtarnarkarmar verða settir við, sum avmarka samráðingarmøguleikan á arbeiðsmarknaðinum.
Seinastu tvey árini hava vit sæð semjur, sum ikki hava givið vøkstur samsvarandi inflationini í samfelaganum.
So har hava hesi fakfeløg fingið ein lønarniðurskurð. Og tað er ikki haldbart í longdini. Antin viknar støðan hjá arbeiðsfólkunum ella koma bara størri krøv einaferð seinni, og tá møguliga eisini fleiri verkføll. Og verkfall er síðsta amboðið fakfeløg hava og vilja brúka.
Pensjón
15 % yvir 15 ár skal takast av lønini hjá arbeiðstakarum. Hetta verður so sjálvsagt gott tá ein einaferð fer á pensjón, men tað skal eisini livast í núinum. Tað, ið politiska skipanin, óvitandi, hevur framt við pensjónini er at seta eyka trýst á løntakarar og harvið á fakfeløgini. Peningurin til dagligu nýtsluna minkar árliga, meira fer til pensjónina. Og so stendur vali millum at stramma reimina ella at fáa meira í løn. Flestu løntakara í Føroyum hava nøkulunda sømdir, men eru tað ikki nøkur eyka hol á reimini eftir.
Danmark er enn einaferð dømt til at hava hægsta kostnaðarstøði í Europa, og prísirnir í Føroyum eru um 14 % hægri enn í Danmark. Og inflation er framvegis um eini 2 % árliga.
Áheitan til fakfeløg!
So mín áheitan til fakfeløg í Føroyum er at tit mugu krevja 3% í lønarhækkan árliga.
Tað er ikki øll fakfeløg, ið vera rakt av hesum, men fyri tað liggur tað til fakfeløgini til at varðveita keypiorkuna og lívsgóðskuna hjá sínum limum. Landsins vald hevur so prógva seg ikki til at hava skil fyri tí.
3% lønarhækkan árliga má til fyri at dekka pensjónina og inflationina.
Um tað ikki verður, fáa arbeiðsfólk í Føroyum minni pening at liva við. Og livikostnaðurin er ikki lækkandi.
Henda áheitan er mest til fakfeløg við láglønarbólkum, tí at tey hava fingið ein skattahækking á 12 % á pensjónina í einum høggi.
Ónda ringrásin
Og hava fólk minni pening at liva fyri, ja, so brúka tey ikki líka nógvan pening. Og so veksur BTÚ ikki líka nógv. Ei heldur hjálpir tað, at almenna alla tíðina skal spara sambært samgonguni, tí at tað almenna hevur eina sera stóra ávirkan á BTÚ.
Men hey, vit kunnu so fegnast um at samgongan vil geva politisku flokkunum meira pening til politiska upplýsing. Ella?