Fýra Tottenham-fjepparar hva nú fingið fýra ára dystarbann fyri atburð sín undir dysti. Teir fýra gingu á odda í at háða og niðurgera Sol Campbell, sum eftir eina fortíð í Tottenham nú spælir í Portsmouth. Hetta varð gjørt, tá Tottenham spældi á útivølli móti Portsmouth. Við niðurgerandi sangum um húðarlit og kynsliga orientering gingu fjeppararnir á odda í at niðurgera Campbell í dystinum á Fratton Park tnan 28. september í fjør, og nú hevur rætturin altso talað í málinum, sum væl kann vísa seg at skapa fordømi í enskari rættarsøgu.