Trý ár við nei til ES

Íslendska stjórnin heldur fram við samráðingunum við ES um treytirnar fyri íslendskum limaskapi í samveldinum, men tað er einki, sum bendir á, at íslendingar hava hug at fara uppí.

Í meiri enn trý ár hava meiningakanningar víst, at meirilutin av íslendingum eru ímóti ES-limaskapi.

Tann seinasta kanningin, sum kom í síðstu viku, segði 57,6 prosent nei og 27,3 prosent ja. Tann størsti munurin var í einari kanning, sum bleiv gjørd í mars í 2010. Tá søgdu 60 prosent nei til limaskap og 24 prosent ja. Minsti munurin var í juni í fjør, tá 50 prosent vóru ímóti og 37 prosent fyri.