Útróðrarbátar fáa nógvan fisk

Streymurin er hampiligur, og veðurútlitini eru fyri tað mesta góð. Tí er væntandi, at tað verður nógvur útróður.

Í dag, tá tey á Fiskamarknaði Føroya gjørdu sínar metingar fyri tilfeingi í næstu viku, vóru fimm ísfiskalínuskip til fiskiskap, og væntandi fara onnur út um vikuskiftið.

 

- Skipini fiska næstan bara tosk og hýsu, og tey hava góðan fiskiskap. Umframt tey fimm ísfiskalínuskipini, eru øll frystilínuskipini eisini undir Føroyum.

 

Væntand koma nøkur ísfiskalínuskip inn at landa í næstu viku, um alt gongur sum ætlað.

 

- Streymurin er hampiligur, og veðrið verður gott fyri tað mesta. Tí rokna vit við nógvum útróðri, og útróðrarbátarnir fáa nógvan fisk, verður lagt aftrat.