Útróðrarbátar ongan makrel fiskað í ár

Enn veit eingin, hvussu tað fer at gangast føroysku skipunum at fiska upp makrelkvotuna, sum Føroyar hava ásett sær fyri 2012. Talan er um sløk 150.000 tons tilsamans, harav nøkur túsund tons eru tillutað russum sum býtisfiskur fyri tosk úr Barentshavinum.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, heldur tað vera umráðandi, at føroyska heildarkvotan verður uppfiskað, soleiðis at tey lond, sum sita hinu megin borðið, tá samráðingar verða aftur, síggja, at nógvur makrelur kann fiskast í føroyskum sjógvi, tá vertíðin er.

Ein av bólkunum, sum hevur fingið tillutað kvotu, eru útróðrarbátar, sum deila 3.000 tons av makreli við eitt nú garna-og krabbaskip.

- Men her hevur eingin veiða verið enn, sigur landsstýrismaðurin.

Nevndu 3.000 tonsini kunnu ikki seljast øðrum at fiska aftur fyri pening fyri kilo, soleiðis sum línuskipini kunnu gera, tí støddaravmarkingin í línuflotanum varð tikin burtur fyri einum ári síðan.

- Men skuldi tað hent seg, at onkur bókur ikki fiskar sína kvotu upp, hevur landsstýrismaðurin heimild í kunngerð antin at broyta hámarkið hjá hvørt skip sær - ella at lata aðrar sleppa framat at fiska kvotuna, sum ikki er uppfiskað, sigur Jacob Vestergaard.

Í fleiri ár hava eitt nú norskir útróðrarbátar fiskað nøkur túsund tons av makreli við dorg um árið, men hetta hevur ikki víst seg at riggað so væl hjá føroyskum útróðrarbátum.

Myndin er av einum tilvildarligum føroyskum útróðrarbáti, sum er riggaður til makrelveiði við dorg.