Útróðrarbátar á Tvøroyri fáa nógvan fisk

Í dag landar djúpvatnstrolarin, Rankin, 160.000 pund av upsa á Tvøroyri


Fiskivinna 
Nú tað hevur viðrað, hava útróðrarbátarnir á Tvøroyri, sum royna við línu, fingið nógvan fisk. Tann eini av bátunum, Havnatindur, hevði 12.000 pund mánadagin.
  Á Tvøroyri siga tey, at 5-6 útróðrarbátar royna við línu, og nakrir smærri bátar royna við snellu.
  Seinastu dagarnar hevur Fiskavirking á Tvøroyri keypt eini 40.000-60.000 pund av útróðrarfiski um dagin.
  Veiðan hjá útróðrarbátunum er toskur og hýsa. Meginparturin av hýsuni er 3 og 4'arar og toskurin 2 og 3'arar.
  Sagt verður, at veiðan er umleið helvtarbýtt, toskur og hýsa.   

Svartkalvi og upsi

Mánadagin landaði garnaskipið, Ólavur Hvíti, 22.000 pund av svartkalva, og í dag kemur djúpvatnstrolarin, Rankin, við umleið 160.000 pundum av upsa.
  Heldur veðrið sær, hava tey nóg mikið av fiski á Fiskavirking á Tvøroyri til alla hesa vikuna.