Útróðrarmenn hjá Nordafar

Løgdu nógv fyri í Føroyingahavnini

 

Fyrsta stóra føroyska flakavirkið var í Føroyingahavnini. Har fingu nógvir menn sína upplæring í flakavinnu, og flakavirkið hjá Nordafar var fyrimynd fyri fleiri av teimum flakavirkjum, sum komu í Føroyum í sekstiárunum. Fløkini vórðu seld til Bretlands og USA, og frystiskip sigldu í beinleiðis rutu úr Føroyingahavnini til amerikanskar havnir við fiskinum.

Føroyskir útróðrarmenn lótu vøruna. Teir vóru hesi árini í Føroyingahavnini í stórum tali og róðu út við innstalleringum og deksførum. Tey fyrru árini fóru bátarnir ikki so langt úr Føroyingahavnini, men sum fráleið løgdu teir alt fjarari leiðir undir seg, og menn fóru at byggja sær størri bátar, skrivar Jógvan Arge í nýggju bók síni Teir tóku land nr. 6.

Tá Tórstein Christiansen í Skálavík í 1962 ætlaði sær at fara í Føroyingahavnina at rógva út, var honum greitt, at teir fóru ikki at klára seg við einum tíggjumannafari. Teir høvdu verið í Holsteinsborg árið fyri og komu altíð aftur við fullum báti. Nú fingu teir Marjus Clementsen á Sandi at byggja sær seksæringin "Grindafoss".

Tað var so skjótt, at hvørt mansbarn í Føroyum kendist við hetta navn. Væl lá fyri hjá "Grindafossi" at fáa fisk, og longu fyrsta árið í Føroyingahavnini var hann bestur. Navnið fekk báturin eftir einum fossi í Skálavík, har Tórstein plagdi at fanga síl sum smádrongur.

Men tað gekk onki í fyrstani. Fyrstu ferð høvdu teir verið úti í í tríggjar dagar og fingu bara 700 pund. Hinir bátarnir høvdu 4-6000 pund. Tá gekk prátið á keiini, at synd var í hesum nýkomnu skálvíkingunum, sum høvdu bygt sær dýran bát og ongan fisk fingu.

Men Tórstein og menn hansara bóðu hinar ikki hugsa um seg. Teir skuldu nokk klára seg.

"Gigan" brendi í fisk

"Grindafossur" var 32 føtur. Hetta sama árið komu grønlandsbátar, sum vóru upp aftur størri. Karl Jespersen á Tvøroyri bygdi "Giguna" í Punthavnini við Trongisvágsfjørð. Hon bleiv so yvirstór, men var eitt eiggiligt sprek, segði Karl. "Gigan" var 36 føtur langur og góðar 10 breiður.

Ein dagin brendu teir í fisk 18 fjórðingar norðanfyri Kookoyggjarnar og fyltu bátin á tremur. Tað var ikki meir, enn stavnarnir á honum komu undan, tá teir sigldu suðureftir, segði ein, sum sá Karl dansa av frøi afturi í rong, meðan hann sigldi til avreiðingar. Veiðan vá 19.300 pund.

Hetta var størsta veiða í Grønlandi tá eftir so stuttari tíð, men "Gigan" var so tungur bátur, tá hann var lastaður, at motorurin helt ikki til stríðið, og teir fingu stórar trupulleikar av honum fyrsta summarið. Endin var, at teir noyddust at skifta hann út. "Sannheitin var, at man var ov fátækur og hevði ikki ráð at keypa tann rætta motorin beinanvegin", segði Karl Jespersen.

"Sildin" ein fót longri

Ein av kappingarneytunum hjá "Grindafossi" og "Giguni" var seksæringurin "Sildin" úr Svínoy. Hetta var ein grønlandsbátur, sum Bjarni Jacobsen hevði smíðað beiggja sínum Helga. Báturin var gjørdur í túninum hjá Bjarna í Klaksvík. "Sildin" var 37 føtur langur og 11 breiður, so hann var eina tonn størri enn "Gigan".

Edward í Svínoy var við synum sínum við "Sildini". Hann hevði róð nógv út frá skipi í Grønlandi, tá hann var bestimaður á "Polo". Hann hevði onkur mið norðuri við Kookoyggjarnar, og tá hann hevði lagt nakrar ferðir, raktu teir við nógvan fisk við Bákoynna norðanfyri Kookoyggjarnar. Har lógu teir so javnan og fyltu seg.

Einaferð høvdu teir fylt so nógv í "Sildina", at hon drakk í øðrum borðinum, tá teir fóru at sigla. Teir kruvdu á heimferðini, og tá teir komu til landingar, var hálvtannað borð frítt. Hetta fyrsta summarið var "Sildin" í harðari kapping við "Grindafoss" um at vera bestur, men hon bleiv eitt hálvt tons styttri enn skálvíkingarnir.

Útróðrarbátar úr Klaksvík

Deksbátar avreiddu eisini til Nordafar. Teir vóru heldur longri úti enn maskinbátarnir - upp í einar fimm-seks dagar. Summir nýttu høvið til at landa í Føroyingahavnini sunnudag, tí tá fiskaðu teir ikki kortini.

Deksbátarnir vóru "Eysturhøvdi" og "Ørvur" úr Klaksvík og "Hoyvík" og "Glottin" úr Havn. Havnarmenn og skálvíkingar høvdu keypt "Glottan" úr Klaksvík til hendan fiskiskapin. Teir høvdu havt so góðar royndir við "Hoyvík" hjá Virgari Frýdal árið fyri.

Hesir stóru bátarnir royndu víða. Stundum vóru teir sunnanfyri Ísblinkin, stundum norðuri í Dýpinum. Bestur bleiv "Eysturhøvdi", sum William Joensen var skipari á. Teir avreiddu 210 tons í Føroyingahavnini. Jóhan Petersen í Norðdepli var bestimaður.

Í 1963 fóru klaksvíkingar til Grønlands við flutningsskipinum "Poppy". Ísak Matras var skipari. Eins og "Pollur" og ein rúgva av øðrum deksførum avreiddu "Poppy" í Føroyingahavnini, og hon bleiv best hetta summarið. Teir avreiddu omanfyri 300 tons. Meginpartin av fiskinum fingu teir á Fylla Banka. Eina viku fingu teir 45 tons har.

Yvirhøvur var árið 1963 slakari hjá deksbátunum, og nú fóru teir eisini at fækka í Grønlandi.

Njarðlingur saknaður

"Njarðlingur" var við aftur hetta árið, og hann fylgdist heim við "Polli". Hann fekk eina dramatiska heimferð, tí teir mistu róðrið á ferðini. Manningini eydnaðist at rigga eitt neyðróður til við stampum og tunnum, og "Njarðlingur" vann upp land, men fólk vóru bangin um hann, tí hann svaraði ongari radiostøð, sum kallaði á hann.

Einaferð kallaði hann so sjálvur á Tórshavn Radio, og gátan var loyst. Tá hann nærkaðist Føroyum, avgjørdi løgmaður at senda vaktarskipið Víking ímóti honum.