Trý ísfiskalínuskip eru í løtuni til fiskiskap. Eitt er á Rygginum og fær mest av toski og svartkalva. Eitt er á Byrenbanka og fiskar svartkalva, og triðja ísfiskalínuskipið er eystan fyri.
Sambært Fiskamarknaði Føroya í dag koma tvey av ísfiskalínuskipunum helst inn at landa í næstu viku, og eitt kemur um eina góða viku ella so.
- Restin av línuskipunum liggja í løtuni við bryggju, men okkurt av skipunum loysir væntandi í næstum, verður lagt aftrat.
Streymurin verður harður í næstu viku, men veðrið verður brúkiligt. Harður streymur ávirkar línuveiði, og tí er ikki væntandi, at nakar serligur línuútróður verður í næstu viku.